Ársfundur KSFs
- kvinnufelag
- 5 hours ago
- 1 min read

Kvinnufelagssamskipan Føroya hevur ársfund 5. juni 2026. Fundurin verður hildin í Mettustovu, Skipara Hansensgøta 5, í Havn, kl. 15. Ársfundarskráin er sambært lóg fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya. Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast til KSF (ksf@stovu.net) í seinasta lagi 27. mai 2026. Eru uppskot til broytingar av reglugerðini, mugu tey verða nevndini í hendi í seinasta lagi 22. mai 2026. Tær, ið ætla at luttaka, skulu siga frá í seinasta lagi 2. juni við at senda teldupost til ksf@stovu.net, ella við at ringja til 599005 (Erla Olsen).


Comments