top of page

Femifagnaður 7. mars

  • kvinnufelag
  • Mar 1
  • 1 min read

Heilsustøðan hjá kvinnum


Femifagnaður: Stuttir fyrilestrar um vitan og veruleika

Í samband við Femifagnaðin 2026 skipa Damudomi, Kvinnufelagið og Javnstøðunevndin fyri einum tiltaki, har heilsustøðan hjá kvinnum er í miðdeplinum.


Vælkomin til sjey stuttar og kunnandi fyrilestrar um alt frá endometriosu og gransking í kvinnuheilsu, til skiftisárini og HPV koppseting.


Skráin:

Kl. 12.00 Bjørt Lind, samskipari av Femifagnaðinum, bjóðar vælkomin

Kl. 12.05 Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum. “Kvinnuheilsa – meira enn eitt serøki” 

Kl. 12.30 Turið Johannessen, kommunulækni. “Tá kroppurin rópar og prógvini mangla. Endimetriosa við kommunulæknaeygum”

Kl. 12.55 Hallgerð Bjartalíð, GynObs fysioterapeutur. “Vaginalar prolapsir”

Kl. 13.20 Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum. “Gransking í kvinnuheilsu hevur ikki staðið ovast á breddanum”

Kl. 13.45 Steðgur

Kl. 14.10 Malan Vitalis Joensen, lækni og PhD lesandi. “HPV – vitan, váði og vernd”

Kl. 14.35 Tórunn Ósá, námslektari og PhD lesandi. “Heilsan hjá ungum kvinnum við ADHD og autismu – ein serligur váði fyri strongd relateraðar sálarsjúkur” 

Kl. 15.00 Dugir tú at kanna bróstini?

Kl. 15.10 Elin Michelsen, samskiftari. “Eingin hitabylgja – einki problem”

Hjartaliga vælkomin á Femifagnað í Norðurlandahúsinum.




 
 
 

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page